NFL Føroyar poddvarp

Feb 16 2024
NFL Føroyar poddvarp Podcast artwork

NFL fer nú í luftina í Føroyum! 🏈🎙 🇫🇴 Størsta ítróttargreinin í USA hevur eisini vakt áhugan hjá nógvum føroyingum, og ynski er at kveikja hann hjá fleiri, umframt at stimbra hann. Komandi mánaðirnar verður NFL-sending á Radio.fo, ið eisini kemur út sum poddur. Tað er tann ítróttargreinin, ið hevur nógv flest hyggjarar í USA. 22 sunnudagar um árið, serliga fyrsta sunnudagin í februar, er ein rúgva av fólki drigin til stóru og glæsiligu leikvallarnir og annars sjónvarpsskíggjar fyri at fylgja við serstaka leikinum. Tað er nógv ferð, rástyrki, takklingar; talan eru í stóran mun um íðkarar í heimsflokki 💪 Men tað er sannliga eisini strategi: Taktikkur, ætlan, justering og dirivi til at gera tað stóra og tað rætta. Amerikanskur fótbóltur hevur fangað onnur enn tey, ið búgva í risastóra landinum fyri vestan, har tankarnir og verkætlaninrnar eisini eru risastórar. Sjálvsagt er tað serliga NFL - National Fooball League. Greitt tann besta deildin við ítróttini í heiminum, har 32 lið (franchisees) hvørt ár kappast um at fáa fatur á Lomardi-steypinum og heitinum hjá amerikanarum: "Heimsmeistarar" 🇺🇸✌️